Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur spyr um fiskivinnunýskipanina

Munnligur fyrispurningur til landstýrismannin í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal

Víðvíkjandi fiskivinnunýskipanini

1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um útrokningarnar hjá M/S Ågot eru rættar?

2. Metir landsstýrismaðurin, at hetta er nøktandi fyri hetta reiðaríið, ið hevur verið virkið í føroyska samfelagnum síðani 1993?

Viðmerkingar
Nógvir spurningar eru, tá um nýggja fiskivinnuuppskotið ræður. Fleiri vita ikki, hvat vendir upp og hvat vendir niður. Saman við at tað fleiri ferðir er komið fram, at verður uppskotið um nýggja fiskivinnuskipan samtykt, er stórur vandi fyri, at hundraðtals arbeiðspláss í Norður­økinum fara at hvørva um heilt stutta tíð. Bara fyri at taka eitt dømið úr rúgvuni verður spurt um, hvat kvoturnar fara at verða 1. januar 2018 eftir nýggja fiskivinnuuppskotinum.

Í sambandi við at stórur partur av vinnuni er ørkymlaður í hesum døgum, hevur reiðarin á línu- & garnaskipinum Ågot lagt fram almenn tøl, ið lýsa kvotugrundarlagið hjá skipinum Ågot. Reiðarin upplýsir, at sambært uppskotinum, sum fyriliggur, kemur árliga grundarlagið hjá M/S Ågot at ljóða soleiðis: 1) Tosk 84 tons í føroyskum sjógvi 2) Hýsa 35 tons í føroyskum sjógvi 3) Svartkalvi við gørnum 213 tons 4) Flemish Kap 97 tons 5) Ísland 0 tons og 6) Grønland 0 tons.

Sambært reiðaranum so eru tað hesi fiskasløg, ið eru høvuðsfiskasløg hjá línuskipunum, meðan onnur fiskasløg eru alternativ, tá toska- og hýsufiskiskapurin svíkja. Ågot kemur at eiga lut í longu- og brosmukvotuni, men hetta er ein alternativ veiða, nú toska- og hýsustovnarnir av náttúrugivnum orsøkum hava verið søguliga illa fyri.

Reiðaríið metir seg hava fylgt ráðgevingini hjá Havstovuni, og hevur millum annað flutt seg á djúpari vatn at fiska. Men reiðaríið verður nú revsað, tí skipið hevur fiska minni av toski og hýsu magisku árini 2007-2016, ið er grundarlagið fyri nýggja roknistykkinum.

Reiðaríið hevur bíðað í spenningi, til toska- og hýsufiskiskapurin skuldi taka seg uppaftur, tí tað eru hesi fiskasløg, ið geva betri úrslit til rakstur og manning.

Ågot er eitt kombinerað skip, og eru tað eisini ár, ið hetta skip roynir við gørnum. Um hesin fiskiskapur skal loysa seg fyri skip og manning, so er minstakrav ein árlig kvota á áleið 500 tons. Sum uppskotið fyriliggur, hevur Ågot nú 213 tons av svartkalva við gørnum at liva fyri árliga. Hetta ger tað torført og vónleyst at rigga um millum línu og gørn. Umrigging er kostnaðarmikil og krevur tí munandi størri kvotu enn 200 tons.

Sambært reiðaranum so hevur M/S Ågot eftir fiskivinnuuppskotinum onga kvotu í Íslandi, og onga kvotu í Grønlandi. Ågot hevur roynt seg á Flemish Kap, og hevur hetta verið eitt gott íkast til skip og manning, og samfelagið alt. Ågot fiskaði í ár 310 tons á Flemish Kap. Men eftir nýggja uppskotinum verður kvotan hjá Ågot lækkað niður á 97, sum samsvarar við gott hálva last hjá Ågot. Hetta ger tað fíggjarliga óforsvarligt hjá reiðarínum at taka lut í fiski­skapinum á Flemish Kap.

Soleiðis sum driftin hjá hesum skipið er samanskrúvað, so stendur lítla reiðaríið í Klaksvík eftir við einari kvotu, ið, sæð út frá fíggjarliga sjónarhorninum, onga meining gevur. Reiðaríið hevur ongan møguleika at yvirliva. Ikki nokk við tí, so hevur hetta reiðaríið, eins og hini línuskipini, ongan møguleika at keypa kvotu á uppboðssølu.

Sambært nýggja uppskotinum verður eingin toskur seldur á uppboðssølu, fyrr enn TAC kemur upp um 10.000 tons, og sum uppskotið leggur upp til, so verður TAC 7.500 tons, tá fiskivinnunýskipanin kemur í gildi. Eingin veit, nær TAC fer upp um 10.000 tons, og tí eru eingi útlit hjá hesum reiðaríi, at sleppa fram at tilfeinginum.

Á Løgtingi, 21. mars 2017

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur