Eldraøki skal raðfestast

Eingin ivi er um, at ein tann størsta uppgávan ið komandi býráð fær, er at raðfesta eldraøki sera frammaliga.
Vit skylda teimum, ið hava latið okkum hetta fantastiska samfelag, ein virðiligan aldurdóm.
Málið má vera at styrkja heimarøktina, so okkara gomlu kunnu vera heima so leingi sum møguligt. Her má skipast soleiðis fyri, at bæði brúkarin og røktarin fáa ein virðiligan gerðandisdag. Tað kann ikki vera meiningin, at hesar røsku hendur, ið taka sær av okkara gomlu, skulu renna runt sum flugur í fløsku, fyri náa skemaði fyri dagin.
Sama er galdandi fyri búfólk og starvsfólk í sambýlum og ellis- og røktarheimum.
Veit at tað er kostnaðarmikið, men tað virðing eiga vit at hava fyri okkara gomlu.
Tey skulu ikki viðfarast sum ein "útreiðsla".
Málið má eisini vera, at eingir bíðilistar skulu vera yvirhøvur.

Fróði Ólsaon Olsen
Valevni hjá Havnar Framburðsfelag
X við lista A