Ein altjóða bygdarkona í Tórshavnar Býráð

Hvat er Havnin uttan allar Føroyar? Hvat er Havnin uttan allan heimin?

Eg síggi Havnina sum altjóða høvuðsstað.

Ein altjóða høvuðsstaður, har vit bygdarfólk flyta til. Vit bygdarfólk, sum enn hava fingrarnar í moldini, har eplini vaksa seg stór, og kenna rukkulakka frá vombini. Vit vita, at fiskurin hevur gott lív í havinum, áðrenn hann endar í diskinum í Miklagarði.

Havnin er høvuðsstaðurin, har børn okkara flyta heimaftur, tá tey hava verið úti í stóru verð. Tey eru errin av okkara býi og landi, har vit hava megnað at sameint tað siðbundna, nútíðina og tað altjóða. Alt í einum.
Tað eyðmerkir okkum á ein slíkan hátt, at vit eru makaleys. Vit eru framúr!

Gaman í, onnur halda okkum vera bygdarslig samanborið við stórbýarfólk, men bygdarslig upp á tann góða mátan. Tann kula mátan. Tann feita, føroyska mátan, vit viðurkenna og eru stolt av.
Eg síggi ikki Havnina sum eina avbyrgda eind. Vit eru ein lívrunnin partur av restini av Føroyum, og restina av verðini.

Vit eru í lagnufelagsskapi við øllum kommunum, øllum Føroyum og øllum heiminum.

Eg ynski at fevna og stuðla øllum tí góða, sum hendir í Havn, og aðrastaðni við. Eina ferðavinnu í blóma. Framúr, altjóða hotel. Matstovum á altjóða støði. Ráðstevnum og ítróttarstevnum, sum seta Havnina á heimskortið.

Einum íverksetaraumhvørvi á hægsta støði og einum vinnulívi við bestu kørmum.

Eg ynski at verja okkara umhvørvi til frama fyri okkum og okkara eftirkomarum.

Fleiri bústaðir – at leiga, keypa og byggja. Til ymiskar tørvir.

Enn meira mentan og list.

Og eitt skilagott og trygt infrakervi.

Men, vit eru einki uttan virðing og kærleika fyri hvørjum øðrum, sum búleikast her. Hetta, saman við mínum royndum á arbeiðsmarknaðinum, og tað lívið hevur lært meg verður útgangsstøðið fyri øllum arbeiðnum, um eg verði vald inn í Tórshavnar Býráð.

Kom við, har sterkir karmar skapa møguleikar fyri at fremja neyðuga umsorgan fyri børnunum og ungdóminum í blóma. Fyri okkara eldru, sum gingu undan. Fyri teimum veiku og fyri ymiskleikanum. Øllum tí, sum ríkar fjølbroytni og styrkir okkara samfelag.

Vel eina bygdarkonu í Tórshavnar Býráð. Eina bygdarkonu við fingrunum í moldini… í Havn!
Oddbjørg Højgaard, valevni fyri Fólkaflokkin til býráðsvalið