Eiga at byggja akvarium í Klaksvík

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur sent uppskot til løgtingið um at byggja akvarium í Klaksvík. Les uppskotið niðanfyri:


Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til samtyktar um at byggja Føroya akvarium í Klaksvík.

Uppskot tilsamtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot um at byggja Føroya akvarium í Klaksvík. Hetta skal vera ein glæsiligur og arkitekttoniskur bygningur í hóskandi stødd. Sum ein tjóð, ið livir av tí, sum rørist í havinum er onki meir náttúrligt enn at hava eitt virðiligt og tíðarhóskandi akvarium, hetta við atliti til útbúgving, ferðavinnu og mentan.

Viðmerkingar

Tíðin er nú komin hartil, at vit í Føroyum skulu hava eitt rættiligt akvarium.

Tað eru nú longu fleiri ár síðan, at Føroya Sjómannadagur í samband við sjómannadagin setti kør upp á Stongunum við livandi fiski í. Hetta bleiv sera væl móttikið av bæði børnum og vaksnum, og fólk komu aðrastaðni frá - bara fyri at síggja fiskarnar í kørunum. Havt var tá á orði, at vit áttu at havt eitt rættiligt, permanent akvarium í Klaksvík. Nakað eftir hetta kom eitt lítið akvarium úti á Argjum, og so bleiv ikki tosað meir um hetta.

Er tað nakað, sum hevur havt týdning fyri Føroyar, so er tað fiskurin. Hann hevur havt avgerandi týdning fyri lív ella deyða í Føroyum, síðan fólk á fyrsta sinni búsettust her. Í dag koma 95% av okkara útflutningsinntøku frá fiski. Fiskurin kastar sostatt milliardir av sær til okkara samfelag og rindar fyri okkara skúlaverk, heilsuverk, samferðslu, umsiting, ja so gott sum alt.

Tí er tað onki minni enn ein stór andsøgn, at júst ein fiskivinnutjóð sum Føroyar ikki hevur eitt rættiligt akvarium. Eitt imponerandi, stórt og arkitekttoniskt glæsiligt akvarium.

Vit hava tosað um ferðavinnu í nógv ár, og um hvat vit hava at bjóða ferðafólki. Eitt akvarium, sum nevnt omanfyri vildi verið gimsteinurin í perlurekkjuni av einastandandi føroyskum ferðamálum.

Í Danmark til dømis eru fleiri akvarium, hóast fiskivinnan har langtífrá hevur sama týdning, sum her, men tey hava týdning fyri ferðavinnuna har og fáa nógvar vitjanir.

Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at best hóskandi og mest náttúrliga plássið at staðseta eitt tílíkt akvarium er í Klaksvík. Klaksvík er størsta einstaka plássið í Føroyum, har fiskurin hevur havt ovurhonds stóran og avgerandi týdning fyri flest fólk. Søguliga sæð hevur Klaksvík verið miðstøð fyri fiskivinnuna í Føroyum. Fólkið her hevur til allar tíðir livað sera tætt upp at fiskivinnuni og flutti til Klaksvíkar at arbeiða í fiskivinnuni. Var tað uppiløga, ella minni fiskur at fáa, so merkti fólkið tað sama dag. Herfrá hava menn siglt út á nær og fjarleiðir at fiska til lívsins uppihald.

Mest náttúrliga staðið at staðseta eitt akvarium er tí soleiðis í Klaksvík. Samferðslunetið er nú so væl útbygt, at alt í veruleikanum nú kann staðsetast allastaðni, og ikki bert í einum og sama stað. Og samferðslunetið verður enn betri útbygt, tá Eysturoyar og Sandoyartunnilin gerast veruleiki. Tá gerst grundarlagið fyri at byggja allar Føroyar enn størri.

Ymiskt, sum hevur havt og hevur tilknýti til fiskivinnuna, t.d. fiskiveiðireiðskapur upp ígjøgnum tíðirnar og annað viðkomandi, t.d. báturin “Rospiggen” hjá Aina Cederblom skal eisini kunna síggjast har, um vilji er til tess.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingskvinna