Eg virði føroyingar uttanlands

– Onkur hevur sagt, at menn, sum fara uttanlands at arbeiða, hava størri týdning enn alivinnan, segði Jákup Mikkelsen.

Hann segði, at hann hevur stóra virðing fyri teimum 1000, 1500, 2000 monnunum, sum hava leitað sær uttanlands at arbeiða, men rinda skatt í Føroyum.

– Tað er tí púra burturvið at royna at leggja fótonglar í vegin fyri teimum monnum, sum fara frá konu og børnum í so langa tið, fyri at vinna pening til tey har heima, segði Jákup Mikkelsen.