Deyv og teknmálstulking í Havnar kommunu

Teknmálstulking átti eisini at verið ein kommunal uppgáva. Vit uppliva fundir, fyrilestrar, kristin møti, tíðindasendingar í sjónvarpi o.o. høvi, har ein deyvatulkur ger sítt til, at okkara medbogarar ikki kenna seg sett uttanfyri, men verða tikin við upp í tað, vit nógvu hoyra og læra.


Teknmálstulking hugtekur okkum eisini. Vit hyggja næstan líka ofta at tulkingum við fingra-, hond- og munnrørslum, meðan vit lurta eftir tí, ið røðarin sigur.

Tað kom dátt við, tá Deyvafelagið rópti varskó, tí bert ein deyvatulkur er at heita á.
Vit eru von við, at tað er løgtingsins uppgáva at fíggja tænastuna við deyvatulking. Játtan til endamálið stendur í løgtingsins fíggjarlóg.

Tað rann mær til hugs, at Havnar Kommuna hevur bæði fíggjarætlan og sín egnan almannapolitikk, ið kundi umfata ein part av deyvatænastuni.

Børn eru næmari enn vaksin, so hví ikki læra børn teknmál longu í dagstovnum og fyrstu flokkunum í fólkaskúlanum?

Tað hevði víðkað sjónarringin hjá okkara yngra ættarliði, og fleiri høvdu helst kent tað sum eina avbjóðing.

Jú meiri eg hugsi um teknmál sum serlærugrein, jú meiri náttúrligur tykist tankin at vera.
Børnini høvdu helst hildið hesa avbjóðing veri spennandi, og vit høvdu skjótt funnið fram til tey, sum kundu roynst sum góðir tulkar sum vaksin.
Tíðliga skulu góðir krókar krøkjast, søgdu tey gomlu.

Verandi trot á teknmálstulkum hevði skjótt vent til eitt væla lið av hesum serfrøðingum, um bert 10% av skúlanæmingunum fingu eina hylling á hesum kærkomna og neyðuga kynstri.

Hesi sak fari eg at arbeiða fyri í Tórshavnar býráð, um eg verði valdur.

Rói Snorrason
Fólkaflokkurin