Býráðsvalið 2016

Nógv hugskot eru hvat gamli Argja Skúli kann brúkast til, tá Skúlin á Fløtum er liðugur.
Hvat við at musikkskúlin yvirtekur skúlan, tað sær alíkavæl ikki út til at funnið verður út av hvar ein nýggjur skal byggjast. Og so er nógvur peningur at spara til ein forandring.
Eisini er eitt hugskot at latið skúlan til nærmasta grannan, Føroya Sjósavn, ið húsast undir vánaligum umstøðum. Hetta kundi so verið tvinnað saman við einum náttúru setur ella eftirskúla.
Eitt sum stórur tørvur er á, og sum eisini hevði verið sera væl egna, er eitt eldra sambýlið.
Alt hetta er skúlin sera vælegnaður til.
Eisini eigur kommunan ein annan tóman skúla beint undir liðuni á Gamla Argjaskúla.
Skilji at ein partur nú verður brúktur til AA virksemi, útmerka.
Har er massar av plássi, so hví ikki dagtilhald til tey eldru, og ein Club 160, ala Club 188 og Margarinfabrikkin.
Møguleikarnir eru nógvir, tað er bara at koma í sving.
Fróði Ólason Olsen
Valevni til býráðsvalið 8. Nov.
X við A