Bussleiðin grøn?

Eg havi mangan hugsað, um bussleiðin í Tórshavnar kommunu er ein grøn loysn.

Bussarnir koyra allan dagin á tamb, og langt út á kvøldið. Gamaní eru massar av skúlabørnum í bussinum áðrenn og aftaná skulatíð. Allar teir mongu tímarnar harímillum, og alt kvøldið koyra teir gapandi tómir.
Alli eru teir dieseldrivnir. Eg loyvi mær at ivast í um hetta er serliga grønt.
Samstundis er illa framkomandi fyri ferðslu av bilum ur bygd og úr bý.
Foreldrini at hesum børnum, sum ferðast við bussinum, koyra helst í reyvini á bussinum til og frá arbeiði. Var tað ikki ein betur Grøn loysn, um tey tóku síni børn við í bilin? Soleiðis kundu vit spart nátturuna fyri diesel osandi bussarnar. Ferðslan verður ikki meira fyri tað.
Veit væl at hetta sum eg skrivið, er "politiskt ókorrekt", men álíkavæl....
Hendan dálkandi Bussleiðin, sum er "ókeypis" kostar trods alt 30 mill., tvs umleið 1% í skatti, ella umleið kr. 1500,- pr. persón í kommununi frá 0 - 99 ár.
Hugsa um tað.
Ikki tí, eg sigi ikki at bussleiðin skal avtakast, hugsaði bert í einum grønum vinkli.

Fróði Ólason Olsen
Valevni á lista A.