Bretlands-avtalan ein vánalig avtala

Landsstýrismaðurin, Poul Michelsen, kallar tað ein fríhandilssáttmála við Bretland, men í veruleikanum er hetta eitt avrit av vánaligu handilsavtaluni, sum vit hava við ES.

Sáttmálin gevur bretskum vørum fría atgongd til føroyska marknaðin, meðan vit renna okkum í tollmúrar, um vit fara at “meirvirka” okkara fiskavørur og selja tær til Bretlands.

Landsstýrismaðurin segði tað so gott: “Tað eru ongar vørur, sum føroyingar framleiða í dag, sum ikki kunnu flytast tollfrítt til Bretlands”.

Hetta er stóri trupuleikin. Vit hava verið læst føst í tí støðu, sum vit eru í, í alt ov langa tíð. Við ES-avtaluni, sum nú eisini er avritað til eina Bretlands-avtalu, koma
vit ikki longur fram á leið. Alt tos um at meirvirkað okkara fiskavørur, er treytað av okkara marknaðaratgongd, serliga til ES og Bretland.

Status quo er at “gambla” við føroyska búskapin. Tí er tað óskiljandi, at landsstýrismaðurin skundar sær at taka avrit av ES-avtaluni, í staðin fyri at samráðast um
eina veruliga fríhandilsavtalu við Bretland.

Um orsøkin er, at landsstýrismaðurin bert vil hava okkurt á avrikslistan fyri allan peningin, ið hann hevur brúkt til uttanlandsferðir, er ikki gott at vita. Bretlands-avtalan var betur ógjørd. Landsstýrismaðurin hevur jú onki fingið burturúr, uttan at gjørt seg ókláran við m.a. íslendingar.

Áðrenn Bretland fór í ES, høvdu føroyingar fríhandil við Bretland. Hetta var orsaka av samstarvinum undir 2. veraldarbardaga, tá ið føroyingar sigldu vandasjógv, fyri at føra fiskavørur á bretska marknaðin.

Ein kann siga nógv um føroyska avrikið undir krígnum, men tað verður ikki gjørt her. Havandi søguliga samstarvið í huga, hevði tað verið upplagt at vent aftur til støðuna áðrenn ES, og gjørt ein fríhandilssáttmála við Bretland.

Tað hevur verið arbeitt støðugt seinastu árini fyri at fáa fríhandil fyri fiskavørur, inn á evropeiska marknaðin. Sjálvur havi eg verið partur av hesum og var ein fríhandilsavtala ikki langt burtur, tá ið vit í 2015 gjørdu strategiskt samstarv við ES um skipan av
svartkjaftafiskiskapinum.

Síðani tá er onki hent. Teir eru onga leið komnir, landsstýrismenninir Poul Michelsen og Høgni Hoydal, tvørtur ímóti. At taka avrit av eini vánaligari avtalu kunnu øll gera. Til tað nýtist okkum ikki uttanríkisráðharrar.

Jacob Vestergaard
Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin