Brandur spyr Jørgen um Hasfjord

 

1.  Hvussu nógv hevði tað kostað afturat verandi kostnaði, um Hasfjord skuldi siglt hvønn dag í árinum um Skopunarfjørð á sama hátt sum Hasfjord sigldi í summar tað tíðarskeiðið, tá Ternan avloysti Teistan?

 

2.  Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at Hasfjord siglir eftir lýstu ferðaætlanini?

 

3.  Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at tunga ferðslan frameftir í størri mun verður leidd yvir á Hasfjord?

 

Viðmerkingar:

 

Eitt tíðarskeið í summar á ein umleið ein mánað, avloysti Ternan Teistan í siglingini um Skopunarfjørð, tí Teistin var í dokk. Hetta tíðarskeiðið valdi SSL at brúka Hasfjord optimalt, og leiddi tungu ferðsluna yvir á Hasfjord. Hetta hevði við sær eitt sera stórt nøgdsemi við siglingina um fjørðin, tí at tað gjørdist nógv lættari at ferðast við persónbilum um fjørðin við Ternuni.

 

Men so skjótt sum Teistin kom aftur í sigling, var sama skilið aftur, har man ikki leiðir tungu ferðsluna yvir á Hasfjord, men bara brúkar Hasfjord til at sigla um so er, at Teistin ikki tekur alla ferðsluna.

 

Hasfjord siglir bara 4 av 7 vikudøgum, og tí verður ferðslan til og úr Sandoynni ikki líka smidlig, sum hon kundi verið, um allur kapasiteturin um fjørðin varð brúktur.  

 

Hetta kann tykjast sum spill av resursum og ikki at vera í samsvari við ætlanirnar hendan samgongan hevði, tá samgongan valdi at útvega Hasfjord til at taka tungu ferðsluna um Skopunarfjørð, so at kapasiteturin hjá Teistanum kundi brúkast fult út. Hugsandi er eisini, at landið missir inntøkur, av tí at ætlaða ferðslulopið um fjørðin ikki kemur í tann mun tað kundi.

 

Hasfjord hevur eina lýsta ferðaætlan at sigla eftir, men hóast hetta kemur meiri enn so fyri, at Hasfjord uttan grundgeving als ikki siglir teir túrar, sum eru lýstir í ferðaætlanini.