Beinir Johannessen: Ræðumyndirnar vóru sannar

Tá býráðsvalið var í november, blivu eg og onnur valevnir í Fólkaflokkinum næstan til láturs gjørd. Vit vístu á stóru fylgjurnar, ið ein møgulig fiskivinnunýskipan kundi hava fyri okkara kommunu, men tað hevði nú ikki nakað við kommunalpolitikk at gera. Tað kann vera nakað um tað, tá vit beinleiðis ikki kunnu hava ávirkan á viðgerðina av tí uppskotið, ið nú skal til hoyringar. Tó hava avleiðingarnar alt at siga fyri okkara kommunu.

Uppskotið, ið bleiv lagt fram í Tinganesi í gjár, gav ongar ábendingar um, at verandi aktørar fáa eina trygga skipan, har teir kunnu framhaldandi menna seg í.

Uppskotið er fult av avmarkingum út í æsir, ið eisini er til eina beinleiðis niðurlaðing av núverandi aktørum í fiskivinnuni.

Bert í Klaksvíkar Kommunu merkjast hesar avmarkingar væl. Vinnurekandi í kommununi koma at líða undir hesum.

Vit hava fantastisk vinnulívsfólk, ið hava gjøgnum fleiri ár bygt upp fyritøkur til landsins størstu, skulu nú líða undir teirra dugnaskapið. Victim of its own succes, ið onglendingar allarhelst høvdu sagt.

Vit kunnu bara síggja fyri okkum, hvussu meint hetta kann fara at raka okkara kommunu. Vit missa arbeiðspláss og skattainntøkur, men ikki bert í fiskivinnuni.

Fiskivinnan kastar av sær ringvirkningar allastaðni í býnum, og her hugsi eg serliga um fyritøkur í tænastuvinnuni. Smiðjur, heilsølur og aðrar, ið fáa ein stóran meginpart av sínari inntøku frá fiskivinnuni, hava eins og onnur vinnurekandi í fiskivinnuni, ment sínar tænastur til tær allarfremstu í landinum. Hesar fyritøkur vera hart raktar, um uppskotið, ið liggur á borðinum verður framt.

Í uppskotinum verður eisini nevnt, at vit nú skulu hava økiskvotur. Hetta tykiskt sum, at tað er partur av einari politiskari telving, fyri at yvirhøvur at fáa undirtøku fyri uppskotinum. Hetta er aftur ein partur av uppskotinum, ið beinleiðis vísir, at vinnan í Klaksvík verður fyri niðurlaðing, eins og tað er við teimum avmarkingum á eigaraskapi av samlaða flotanum og fiskasløgum.

Tá landsstýrið er so hugað at flyta rættindi at fiska runt landið, so mugu vit ganga útfrá, at tað verður tað sama við teimum almennu arbeiðsplássunum. Ella hvussu?

Misskiljið meg ikki. Eg eri ikki ímóti, at onnur kring landið eisini skulu sleppa uppí part, tað hevði verið gleðiligt. Tað sum eg ilskist inná er, at tað verður framt ein politisk útveljing av, hvør skal sleppa uppí part.

Nýggir aktørar sleppa bert uppí part, um teir eru úr Sandoynni ella Suðuroynni, men ikki um teir eru úr Klaksvík ella Gøtu?

Er tað tá, at marknaðarkreftir ráða, ið tað hevur verið rópt upp um, skal vera grundarlagið undir einari fiskivinnunýskipan?

Noy, hetta er ein politisk útveljing, ella ein útreinsan, har tú á politiskum stigi velur, hvør skal koma til tilfeingið og hvør ikki longur skal sleppa.

Eisini tykist hetta at vera uppskriftin uppá eina strámannavinnu, ið núverandi aktørar eru ákærdir fyri at vera.

Hvat vil man veruliga við hesum uppskotinum? Er tað bara fyri at hava eitt nýtt, har høvuðsyvirskriftin er, at tilfeingið er ogn Føroya fólks, so samvitskan hevur tað væl, ella roynir man at fáa eina góða og trygga vinnu, bæði fyri núverandi og komandi aktørar? Eg dugi ikki at síggja, at tað er tað seinna!

Ræðumyndirnar, ið tær vóru kallaðar áðrenn kommunuvalið, vóru sannar. Broytingar í okkara høvuðsvinnu fara at raka okkum meint.

Hetta kemur allarhelst at merkja, at kommunan má spakuliga seta fótin á bremsuna, tá tað kemur til íløgur og annað.

Týdningarmikið er, at fólkavald her norðuri - bæði á tingið og í býráðið – standa saman um okkara høvuðsvinnu, ið gjøgnum eina øld hevur borið okkara bý, og tala at hesum uppskotið.

Avleiðingarnar kunnu vera sum í kreppuni í 90’inum, har hvør dagur var sum sunnudagur.

Beinir Johannesen
Fólkaflokkurin
Býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu