Bara dekkara gjalda fyri skúla

Jørgen Niclasen, formaður fólkafloksins, hevur lagt uppskot til samtyktar fyri løgtingið, har heitt verður á landsstýrið um at gera lógaruppskot, sum tryggjar, at okkara ungu fáa ókeypis trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum.

Uppskotið verður lagt fram í morgin, hósdagin 7. mars.

Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Jørgen Niclasen, at vit rósa okkum ofta av, at í okkara landi eru útbúgvingarstovnar ókeypis fyri næmingin.

- Um ein gongur á Glæsi, er skúlagondin ókeypis, og eisini fær næmingurin lestrarstuðul. Um ein seinni fer á Fróðskaparsetrið, er sama galdandi.

- Ein, sum fer á Vinnuháskúlan at lesa til skipsførara ella maskinmeistara, fær eisini skúlagongdina ókeypis, umframt at fáa lestrarstuðul alla skúlatíðina. Soleiðis kundi ein hildið fram at nevnt ókeypis skúlar.

- Men um ein ungur vil til skips, er krav at hava trygdarskeið. Øll, sum sigla við skipum, skulu á skúlabonk at læra um trygd, áðrenn tey sleppa at mynstra. Men nú kemur ein stór rokning. Sitandi samgonga hevur longt um tíðina, sum trygdarskeiðið er, og somuleiðis er rokningin hækkað.

- Um ein ungur vil til skips, skal hann rinda 6.500 kr fyri at sleppa á skúlabonkin, sum landið krevur av honum.

- Hví skulu sjófólk verða tey einastu, sum skulu rinda fyri skúlagongdina. Tað er ikki rímiligt. Tí verður skotið upp, at okkara ungu fáa ókeypis Trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum. Vit eru hóast alt ein fiskivinnutjóð.

- Í dag eru summir fólkaskúlar, sum bjóða næmingunum ókeypis ella partvíst ókeypis trygdarskeið. Spurningurin er, um ikki allir skúlar skuldu verið álagdir at bjóða næmingunum ókeypis trygdarskeið.

- Seinnu árini hevur mangan verið trupult hjá fiskiskipum at fáa manning. Kravið um, at áhugaður skal hava lokið dýrt trygdarskeið, áðrenn mynstrast kann, eigur sín lut í trupulleikanum.

Uppskotið merkir eina útreiðslu fyri landið. Men tá hugsað verður um, at sitandi samgonga hevur fleirfaldað tilfeingisgjaldið, so fiskivinnan í ár skal rinda 300 milliónir kr. í landskassan, so er tað ikki meir enn rímiligt, at partur av hesum peningi fer til at geva okkara ungu ókeypis trygdarskeið.