15-17 ára gamlir miðnámsnæmingar skulu eisini hava rætt til lestrarstuðul

Miðnámsnæmingar skulu sjálvandi viðgerast eins. Teir hava sama lærara, lesa í somu bók, men 18 ára gamli fær lestrarstuðul, meðan tann 17 ára gamli fær einki. Hetta vilja vit broyta!

Jørgen Niclasen, formaður fólkafloksins, hevur lagt uppskot fyri løgtingið, soleiðis at allir miðnámsnæmingar hava rætt til lestrarstuðul.

Uppskot til samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot, so allir miðnámsskúlanæmingar fáa lestrarstuðul, eisini tey, sum eru undir 18 ár. 

Viðmerkingar

 Eftir fólkaskúlan velur stórur partur av okkara ungdómi at fara á miðnám. Fyri tey ungu merkir hetta ein kostnað, sum ikki er í fólkaskúlatíðini. Lógin um lestrarstuðul ásetur, at bert lesandi, sum eru 18 ár og eldri, fáa lestrarstuðul. Tað eru tó undantøk, har nakrir næmingar undir 18 ár kunnu fáa ávísan studning. Allir miðnámsskúlanæmingar verða ikki viðgjørdir eins, og hetta tykist ikki rímiligt. Útreiðslur hjá einum 17 ára gomlum eru ikki øðrvísi enn hjá einum 18 ára gomlum. 

Nær ein fer á miðnámsskúla, er ymiskt frá einum ungum til annan. Onkur fer úr 9. flokki, onnur úr 10. flokki og onnur taka 1 til 2 ár á arbeiðsmarknaðinum árðenn miðnám. Tá so øll møtast á miðnámi, so fáa tey 16-17 ára gomlu at vita, at tey fáa ongan lestrarstuðul, meðan tey sum hava arbeitt í 2 ár og hava forvunnið sær pening, tey fáa lestrarstuðul. 

Eisini er ymiskt, nær á árinum miðnámsnæmingar fylla 18 ár, og tað er nú avgerandi fyri, nær ein hevur rætt til lestrarstuðul. Tað kann merkja, at eitt heilt ár er ár muni millum næmingar í sama árgangi. Fyri ymsu næmingarnar merkir hetta, at onkur miðnámsnæmingur fær lestrarstuðul alla lestrartíðina, onkur annar fær lestrarstuðul part av tíðini, meðan nøkur als ongan stuðul fáa alla sína miðnámstíð. Sjálvandi skulu miðnámsnæmingar viðgerast eins. Um ein er undir 18 ár ella yvir, so skal lestrarstuðulin sjálvandi verða tann sami. Alt annað er mismunur. 

Jørgen Niclasen

Formaður Fólkafloksins